| Sunset: StÍF-Stjørnan 24-28 (14-12) |
|
|
|
| Thursday, 04 March 2010 | |
|
Sensatiónin lúrdi StÍF gjørdi ein ordans vørr á vøllinum móti Stjørnuni. Um tað gekk eitt lítið sindur meira eftir vild hjá heimaliðnum og við eitt lítið sindur meira av hepni, so hevði StÍF fingið øll stigini. StÍF fekk eina dreymabyrjan! Verjan stóð væl, málverjin møtti og álopið koyrdi og StÍF kom á odda 5-1. Tá tók Stjørnan time-out, men tað var StÍF, ið skoraði fyrst eftir hetta og legði seg á odda 6-1. StÍF vísti gott hondbóltsspæl og tað var stuttligt at síggja liðið kempa so væl saman. Sum hálvleikurin leið, otaði Stjørnan seg spakuliga fram á StÍF. Hálvleiksstøðan var 14-12 til StÍF. Í seinna hálvleiki kom Stjørnan fyri seg. Fyrsta korterið skoraði Stjørnan 9 mál, meðan StÍF bert fekk 2. So var Stjørnan á odda 23-17 og dysturin vendur. StÍF tók time-out og hetta hjálpti. StÍF fekk innheintað eitt sindur, so at munurin minkaði niður í 26-23, tá 3minuttir vóru eftir. StÍF megnaði ikki at koma upp á javnt og støðan endaði 28-24 til Stjørnuna. Um tað gekk heilt eftir vild hjá StÍF, so kundu tær fingið eitt stig ella bæði tvey í hesum dystinum. Tað er langtsíðani vit hava sæð StÍF spælt so væl. Tað var ein samanhangur í spælinum og tað var sera gleðiligt at síggja ein so góðan stríðsanda á liðnum. Liðið hjá StÍF: Adina Chiricescu, Rebekka Justinussen (7), Adriana Bobra (5), Roxana Bodirlau (4), Annika L. Petersen (2), Rósa Danielsen (2), Anna Petersen (2), Bára Berthelsen (1), Birna Tummasardóttir (1), Oddrún Danielsen, Jóhanna Poulsen. Liðið hjá Stjørnuni: Kristina Griksaite, Maria Ziskason, Simona Petersen (9), Valentina Sucin (7), Anna Kristina Samson (5), Bára S. Klakstein (3), Una Olsen (2), Joan M. Joensen (1), Annika Ljósstein (1), Durita Mikkelsen, Ella Petersen, Durita Ljósstein, Judith Hansen, Diana Poulsen. |
| < Fyrra | Næsta > |
|---|



