www.mamboteam.com
  STÍF  
Heim arrow Tíðindi arrow Tjaldur – StÍF 30-13 (9-5)
Saturday, 04 September 2010
 
 
Síðir
Heim
Venjarar
Liðumboð
Úrslitatænastan
Nevndin
Søgan
Tíðindi
Venjingartíðir
Eik
Myndasavn
Innrita





Gloymt títt loyniorð ?
Tú hevur onga konto ? Stovna eina konto
 
Tjaldur – StÍF 30-13 (9-5) PDF Útskriva T-post
Sunday, 07 March 2010

Mynd: Tjaldur.net

Tað gekk sera illa hjá StÍF-kvinnunum at fáa mál í dag. Verjan hjá Tjaldur er stór og sterk, men tað eydnaðist kortini StÍF at spæla seg fram til møguleikar, men so stóð Guðrun í Lágabø fyri. StÍF fekk bert 1 mál fyrstu 23minuttirnar.

Verjan hjá StÍF stóð væl, tí Tjaldur fekk bert 9 mál í fyrra hálvleiki og tá tað bert vóru 4 mál á muni eftir fyrstu 30minuttirnar, høvdu kvinnurnar hjá StÍF gott mót til seinnu 30 minuttirnar.

Fyrsta korterið í seinna hálvleiki broyttist støðan ikki tað stóra, men so skrædnaði púrasta hjá StÍF. Frá 14.minutti og til 29.minutt fekk StÍF onki mál, meðan Tjaldur fekk 13. Dysturin endaði 30-13 til Tjaldur.

Liðið hjá StÍF: Adina Chiricescci, Jóhanna Poulsen, Roxana Bodirlau (7), Anna Petersen (2), Fríðrún Danielsen (1), Rósa Danielsen (1), Oddrún Danielsen (1), Bobra Adriana (1), Bára Berthelsen, Annika L. Petersen, Birna Tummasardóttir, Birita Poulsen.

Liðið hjá Tjaldur: Guðrun í Lágabø, Adela Burcea, Jóhanna Hansen, Annika Thomsen (8), Adina Petrea (7), Alina Olaru (6), Heidi á Lakjuni (3), Jóhanna í Króki (2), Benadikta Johannesen (2), Mary-Ann Isaksen (1), Hanna I. Højgaard (1), Katrin Jacobsen, Kirstin Gaardbo.

 
< Fyrra   Næsta >
Lýsingar





 



Atkvøð
 
Top! Top!