www.mamboteam.com
  STÍF  
Heim arrow Tíðindi arrow Sunset StÍF-VB: 31-28 (14-11)
Saturday, 04 September 2010
 
 
Síðir
Heim
Venjarar
Liðumboð
Úrslitatænastan
Nevndin
Søgan
Tíðindi
Venjingartíðir
Eik
Myndasavn
Innrita





Gloymt títt loyniorð ?
Tú hevur onga konto ? Stovna eina konto
 
Sunset StÍF-VB: 31-28 (14-11) PDF Útskriva T-post
Sunday, 14 March 2010

Ein sigur smakkar altso nóóóógv betur enn ein ósigur


Roxana spældi ein fínan dyst. Mynd: Álvur Haraldsen 

Endiliga fingu StÍF-kvinnurnar 2 stig í kontoina. Við hesum sigri er liðið eisini tryggjað ikki at enda á aftasta plássi í sunset-deildini.

StÍF-liðið vísti stak gott hondbóltsspæl fyrstu 20minuttirnar. VB fekk fyrsta málið í dystinum, men StÍF svaraði skjótt aftur og legði seg á odda 4-1, 9-3 og 14-7 (24.min). Verjan stóð væl og heimaliðið fekk fleiri kontramál. Leikarar vístu góðan stríðsanda og tað var sera hugaligt at síggja. Men so steðgaði upp hjá StÍF. VB fekk 4 mál afturat fyri hálvleik og so var støðan 14-11.

Fyrst í seinna hálvleiki helt VB fram við at minka um munin og eftir 6min var bert 1 mál á muni: 16-15 til StÍF. Spæligleðin var ikki eins sjónlig og leikarar tóktust ørkymlaðir og spælið koyrdi onki væl. VB hevði nú yvirtakið á dystinum og legði seg eisini á odda 21-20 og 24-23 (20.min). Hetta er sætt so mangar ferðir áður, at StÍF spælir væl, men kiksar at enda og missir stigini. Tíbetur hendi hetta ikki í dag. StÍF-kvinnurnar reistu seg aftur og fingu fyrst javnað og síðani lagt seg á odda 26-24. VB fekk aftur minkað um munin til 1 mál (28-27) tá 3minuttir vóru eftir, men so fekk StÍF 3 mál afturat og so var sigurin heima. Dysturin endaði 31-28 til heimaliðið.

Liðið hjá StÍF var eitt sindur øðrvísi enn vit hava sæð áður í kappingini. Stórskjúttin Rebekka Justinussen var ikki við og heldur ikki málverjin Adina. Nýggir málverjar vóru Jóhanna Poulsen og Barbara í Billustovu sum spældu ein góðan dyst! Stuttligt at síggja at tær tora, hóast tær ikki hava verið nógv við Sunset-liðnum áður.

Liðið hjá StÍF: Jóhanna Poulsen, Barbara í Billustovu, Roxana Bodirlau (12), Fríðrún Danielsen (7), Anna Petersen (5), Adriana Dobra (3), Rósa Danielsen (2), Birita Poulsen (2), Annika L. Petersen, Birna Tummasardóttir, Oddrún Danielsen, Bára Berthelsen, Sunfríð Johansen.

Liðið hjá VB: Sólrun Winther, Migle Sehuityte (8), Rannvá Johannesen (5), Svava Vestergaard (5), Sára Samuelsen (5), Una Egilsdóttir (3), Christina Holm (2), Bára K. Mortensen (1), Andrea Nielsen.

 
< Fyrra   Næsta >
Lýsingar





 



Atkvøð
 
Top! Top!