| AA StÍF-H71: 18-26 (9-9) |
|
|
|
| Monday, 15 March 2010 | |
|
Tað varð ikki so nógv at rafla um í dag. Hoyvíkingarnir vóru svangir, meðan mettan úr Kollafirði enn sat í búkinum hjá okkum. Tí vann H71! Tað sást longu frá fyrsta bríksli at tað vóru hoyvíkingarnir sum ætlaðu at bítu frá sær. Sum glúpskir sleðuhundar tóku teir eftir øllum sum kom í nánd, meðan vit valdu fitta og varna leiklutin at verja okkum. Tí taptu vit! Ongantíð í øllum dystinum fingu vit ferðina á spælið sum vit eiga at fáa fyri at koma í góðar skotstøður. Heldur ikki í verjuni var sami broddurin at hóma sum annars hevur verið at sæð seinastu dystirnar. Tað var spell, tí nú vónaðu vit, at vit høvdu stabiliserað eitt betri støði, við hægri leikferð og ágangandi verju. Hetta sóu vit ikki í dag, og vóna at tað var seinasta foreringin í hesum kappingarárinum. Tí í bestu mansdeildini í ár verður eingin dystur vunnin, uttan allir leikararnir eru væl og veruliga løddir til hvørja einastu takling, hvørja skotroynd og hvønn nærdyst. Soleiðis er AA-kappingin! Nú eru tvey umfør eftir. Tveir torførir útidystir móti ávikavist Neistanum og Kyndli. Fýra lið liggja nú púra jøvn við 15 stigum í part, og alt liggur víðopið í stríðinum um ikki at enda niðast. Og tað hava vit als onga ætlan um..
|
| < Fyrra | Næsta > |
|---|




