| Sunset: Neistin – StÍF 28-23 (13-12) |
|
|
|
| Sunday, 21 March 2010 | |
|
StÍF møtti til dystin við fleiri ungum leikarum..
______________________________________________________________________________________________ Í seinna hálvleiki byrjaði Neistin við eini 5-1 verju og hetta vóru StÍF-kvinnurnar als ikki klárar upp á. Spælið hjá StÍF steðgaði fullkomiliga og Neistin fekk skjótálop eftir skjótálop og eftir10min høvdu Neistakvinnur skorað 6 ferðir, meðan StÍF onki mál fekk. Støðan var nú 19-12. Hesi skjótálop avgjørdu í roynd og veru dystin. Síðsta korterið gekk javnt á, men StÍF megnaði bert at innheinta tað eina málið, so at dysturin endaði við eini leiðslu á 5 mál til Neistakvinnur, sum vunnu dystin 28-23. Neistin endaði á einum triðja plássi og ynskir StÍF Neistakvinnunum hjartaliga tillukku við tí! StÍF-liðið hevði góðar løtur í verjuni og í álopinum. StÍF møtti til dystin við fleiri ungum leikarum og eisini við einari, ið er vend aftur til hondbóltin, eftir at hava átt barn. Málverjarnir Jóhanna Poulsen og Barbara í Billustovu stóðu væl og vístu, at tær sagtans kunnu spæla á landsins hægsta hondbóltsstøði komandi árini. Somuleiðis vísti Birna Tummasardóttir góð hondbóltsevni við at spæla ein fínan dyst og fáa 3 mál frá høgra vongi, sum ikki er hennara fasta pláss. Sunfríð Berg Johansen vísti, at hon enn dugir at skjóta mál. Hon spældi ikki so nógvar minuttir, men megnaði at fáa 2 góð mál frá vinstra bakki. StÍF-kvinnurnar enda á næstniðasta plássi við 10 stigum. Hetta var ikki heilt málsetningurin fyri árið, har vónað var at koma at kappast um triðja pláss. StÍF hevur víst ov svingandi úrslit til at enda við heiðursmekrjum um hálsin, men næsta ár verður vónandi betur, tí ungu leikarirnir eru mentir hetta árið og somuleiðis verður liðið meira samanspælt til komandi kappingarár. Liðið hjá StÍF: Jóhanna Poulsen, Barbara í Billustovu, Roxana Bodirlau (6), Rebekka Justinussen (4), Fríðrún Danielsen (3), Birna Tummasardóttir (3), Adriana Dobra (3), Sunfríð Berg Johansen (2), Rósa Danielsen (1), Anna Petersen (1), Annika L. Petersen. Liðið hjá Neistanum: Fríða Petersen, Ruth M. Heen, Unn Kragesteen (6), Anja Heinadóttir (5), Lovisa Andreasen (4), Birita Wardum (3), Lina Andriulyte (3), Rakul Augustinussen (2), Jacklin Djurhuus (2), Unnur Danielsen (1), Katrin á Neystabø (1), Marjun F. Danberg (1), Rakul Magnussen, Bára Simonsen. |
| < Fyrra | Næsta > |
|---|



