www.mamboteam.com
  STÍF  
Heim arrow Tíðindi arrow AA: Seinasti dystur??
Saturday, 04 September 2010
 
 
Síðir
Heim
Venjarar
Liðumboð
Úrslitatænastan
Nevndin
Søgan
Tíðindi
Venjingartíðir
Eik
Myndasavn
Innrita





Gloymt títt loyniorð ?
Tú hevur onga konto ? Stovna eina konto
 
AA: Seinasti dystur?? PDF Útskriva T-post
Tuesday, 23 March 2010


Soleiðis!!   ..sær heilivágurin út móti Kyndli. Savnsmynd.

Tað var eingin ivi í dystinum sunnudagin móti Neistanum. Vit vóru greitt omaná, og leikliga  yvirvágin tóktist bara at gerast greiðari sum dysturin leið.

Sigurin varð grundaður við eini góðari verju, sum vísti Neistanum frá sær í øllum dystinum, burtursæð frá endanum av fyrra hálvleiki, og fyrstu løtuna í seinna, tá neyvleikin og nærlagni sveik óneyðugt ein ringa løtu.

Í álopinum gjørdu okkara sær dælt av einum ørkymlaðum Neistaliði sum ongantíð fótaði sær sum ein samanspæl eind.

Allir spældu væl, hóast treytin at síggja til tóktust heldur løtt í løtum, móti einum máttleysum Neista-liðið. Men enn einaferð fekst sjón fyri søgn, at um menn taka verjupartin í álvara ALLAN dystin, so er stórur møguleiki fyri at leggja øll lið niður gólvið.

Móti Kyndli komandi sunnudag er als eingin ivi um hvussu tann dysturin verður avgjørdur. Tað verður tað liði sum hevur tað mest seiglívaðu verjuna sum vinnur dystin næsta vikuskiftið. Vit vita at vit hava nakrar av bestu verjuleikarum í kappingini, og tá hesir raka tónan saman fæst altíð søtur tónleikur burturúr.  

 

 
< Fyrra   Næsta >
Lýsingar





 



Atkvøð
 
Top! Top!